Omanfyri 100 føroyskir áskoðarar verða á Zimbru Stadion týskvøldið, tá Føroyar møta Moldova í Chisinau. Áðrenn dystin skipa FSF og stuðlarnir Føroya Tele, Smyril Line og Bakkafrost fyri felags upphiting á Draft Arena

——————

Týskvøldið klokkan 19:00 lokala tíð, sum er klokkan 17:00 í Føroyum, skal føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, tá Moldova tekur ímóti á Zimbru Stadion í Chisinau.

Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya, saman við Føroya Tele, Smyril Line og Bakkafrost fyri upphiting á Draft Arena, Dacia Blvd 35. Upphitingin byrjar klokkan 16:00.

Draft Arena liggur umleið tíggju minuttir til gongu frá Zimbru Stadion, har sjálvur landsdysturin byrjar kl. 19:00.

Har verður høvið hjá føroysku áskoðarunum at hittast, fáa landsdystarstemningin í gongd og hita røddina upp, áðrenn leiðin gongur á leikvøllin.

Øll føroysk viðhaldsfólk eru hjartaliga vælkomin.