Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum B36 og HB gongur væl, og á middegi sunnudagin vóru tilsamans góð 2.000 atgongumerki seld
Fríggjadagin og leygardagin í komandi viku verður árliga steypafinaluvikuskiftið hjá Fótbóltssambandi Føroya á skránni. Tvær finalur verða fríggjadagin 24. august, meðan fimm finalur verða spældar leygardagin 25. august.
Farnu dagarnar hevur verið møguleiki at keypt atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður leygardagin 25. august klokkan 19:45. Í ár eru tað B36 og HB, ið bresta saman, og í skrivandi løtu eru tað fjeppararnir hjá HB, ið hava keypt fleiri atgongumerki til ársins finalu.
Tilsamans góð 2.000 atgongumerki eru seld higartil, og meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin. Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, og 50 krónur fyri børn.
Skráin
Fríggjadagin 24. august | Dystur | Klokkan |
Gentur U18 / Mótasteypið | B36 – HB | 17:30 |
Dreingir U21 / Thomas Dam Intersport steypið | EB/Str. – HB | 20:00 |
|
|
|
Leygardaigin 25. august | Dystur | Klokkan |
Dreingir U15 / Cadbury steypið | B36 – KÍ | 09:15 |
Gentur U15 / Eilif Arge steypið | TB/HB/B36 – KÍ | 11:15 |
Dreingir U17 / Blaðberasteypið | B36 – KÍ | 13:15 |
Kvinnur | EBS/Skála – HB | 16:15 |
Menn / Løgmanssteypið | B36 – HB | 19:45 |