MYNDIR: Mánakvøldið vandi A-landsliðið við monnum í Runavík. Áðrenn venjingina vóru børn frá NSÍ og B68 bjóðaði at sparka og spæla saman við landsliðsspælarunum. Yvir hundrað børn tóku lut í tiltakinum

– Landsliðið er fyri øll, og tí er umráðandi, at vit koma meir runt landið við okkara A-landsliði, tá umstøðurnar loyva tí. Tiltakið í Runavík eydnaðist sera væl, og tað eru vit ótrúliga glað fyri, og vit vóna og vænta eisini, at fleiri sovorðin tiltøk verða gjørd komandi ár, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

 

Sum fyrireiking til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta, sum verða í næstum, hevur A-landsliðið vant regluliga á Tórsvølli. Men farna mánadag varð venjingin flutt, og tá bleiv vant á vøllinum við Løkin í Runavík.

 

Áðrenn sjálv venjingin byrjaði av álvara, fingu børn frá NSÍ og B68 møguleikan at sparka og spæla saman við landsliðsspælarunum, og tiltakið eydnaðist sera væl. Yvir 100 børn tóku lut. Aftaná venjingina skrivaðu spælararnir autografar, og børnini fingu sunkist frá MBM.

 

Landsliðið venur aftur á Tórsvølli fríggjadagin klokkan 18:00, og fríggjakvøldið verður kunngjørt, hvørjir teir 23 spælararnir verða, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen taka við til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan 17. november, og Malta 20. november.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Jóhanna Thomsen