Manslandsliðið fer eftir øllum trimum stigunum, tá Lettland kemur á vitjan í annaðkvøld
Í dag var tíðindafundur undan seinastu venjingini hjá A-landsliðnum, áðrenn teir í morgin skulu spæla móti Lettlandi.
Undan dystinum eru Føroyar fremst í bólkinum við fullum stigatali, meðan Lettland hevur spælt javnt móti bæði Andorra og Malta. Tí væntar landsliðsvenjarin at møta einum tendraðum lettlendskum liði í annaðkvøld.
– Vit hava fingið eina góða byrjan, og teir eru meira pressaðir, tí teir hava spælt tveir javnleikir. Tí er tað í veruleikanum soleiðis, at vit vilja vinna, meðan teir skulu vinna, sigur Håkan Ericson.
Landsliðsvenjarin sigur eisini, at lettlendska liðið fyri honum at síggja til, er á leið líka sterkt sum Malta og munandi sterkari enn Andorra. Føroyar hava sum nevnt vunnið teir báðar fyrstu dystirnar í Nations League, og hóast liðið tapti venjingardyst móti Danmark 4-0 fyrr í vikuni, so er lagið og mótið sera gott í leguni upp til dystin í annaðkvøld.
Brandur Hendriksson Olsen, segði á tíðindafundinum, at dysturin móti Danmark hevur verið læruríkur fyri føroysku leikararnar, og at teir nú eru spentir og fult fokuseraðir til dystin móti Lettlandi.
– Har vóru fleiri ting, sum ikki eydnaðust hjá okkum móti Danmark, men vit hava eftirmett og tosað nógv um allar tær støðurnar, og tí hava vit lært nógv av tí. Vit kenna okkum tí væl fyrireikaðar til dystin í annaðkvøld, og vit fara eftir at vinna. Vit kunnu ikki vita, hvussu dystargongdin verður, men tað er 0-0, tá dysturin byrjar, og vit ætla okkum at vera frammanfyri, tá hann endar, segði Brandur Hendriksson at enda.
UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli í annaðkvøld kl. 17.00.
Hetta verður samstundis fyrsti heimadysturin hjá A-landsliðnum í ár, har áskoðarar sleppa til dyst, og harumframt verður dysturin vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Myndir: Bjarni Enghamar