Fríggjadagin vardi Eli Nolsøe Leifsson, ið starvast sum kropsligur venjari hjá FSF, sína ph.d.-ritgerð við heitinum“Physical demands in match and training in football: Peak periods in men’s football and longitudinal tracking in women’s football”. Verjan fór fram í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn

——————

Eli Nolsøe Leifsson hevur verið vinnu-ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, har hann hevur verið knýttur at Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Samstundis hevur hann starvast hjá Fótbóltssambandi Føroya sum kropsligur venjari hjá millum annað kvinnulandsliðnum.

Samstundis er hetta fyrsta vinnu ph.d. millum Fróðskaparsetur Føroya og eitt føroyskt ítróttarsamband í sambandi við at gera gransking uppá ítróttarviðurskifti í Føroyum.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Magni Mohr, professari í fysiologi, sum eisini er kropsligur venjari á manslandsliðnum. Hjávegleiðarar hava verið Morten B. Randers, lektari á University of Southern Denmark og Joao Brito, ið starvast fyri portugisiska fótbóltssambandið. Anmælingar vóru Annika Helgadóttir Davidsen, lektari á Setrinum, Barry Drust, professari á University of Birmingham og Helena Andersson, lektari á Umeå University.

Nýggj vitan um kropslig krøv í fótbólti
Í ritgerðini verður sjóneykan sett á tey kropsligu krøvini í fótbólti, bæði í dysti og venjing. Serliga verður dentur lagdur á tær mest krevjandi løturnar í dystum – tær sokallaðu toppperiodurnar – og hvussu hesar ávirka avrikið hjá spælarum.

Gransking vísir, at tær mest krevjandi løturnar í dystum eru munandi harðari enn miðaltølini fyri ein heilan dyst. Tí er neyðugt at taka hædd fyri hesum toppkrøvum, tá ið venjing verður løgd til rættis.

Samstundis er kannað, hvussu spælarar koma fyri seg aftur eftir slíkar krevjandi løtur. Niðurstøðurnar vísa, at spælarar vanliga koma skjótt fyri seg aftur, hóast nógv arbeiði verður lagt fyri í stuttum tíðarskeiðum.

Kvinnufótbóltur og venjing yvir tíð
Partur av ph.d.-ritgerðini fevnir eisini um kvinnufótbólt, har arbeiðið hevur fylgt venjingarbyrðuni hjá spælarum yvir tíð. Her sæst eitt greitt mynstur í venjingini gjøgnum vikuna, har størsta byrðan liggur nakrar dagar undan dysti, meðan hon verður minkað tætt upp undir dyst.

Granskingin vísir eisini, at spælarar oftast røkka hægstu kropsligu krøvunum í dystum heldur enn í venjing, og at dystir hava vaksandi týdning fyri samlaðu kropsligu byrðuna.

Grundað á fleiri granskingarverkætlanir
Ritgerðin byggir á fleiri vísindaligar kanningar við bæði mannligum og kvinnuligum elitu fótbóltsspælarum – millum annað úr donsku Superliguni og bestu føroysku kvinnudeildini.

Úrslitini geva týdningarmikla vitan til venjarar og fakfólk, sum arbeiða við kropsligari venjing í fótbólti, og kunnu nýtast til at betra um venjingarætlanir og fyrireiking til dystir.

Myndir: Hans Erik Danielsen