Spæligleði, stuttleiki og stór smíl myndaðu Tórsvøll, tá útvið 250 børn sparkaðu Summarfótbóltin í gongd við Fótbóltsdøgum
Fótbóltsdagarnir hava aftur í ár fingið sera góða undirtøku, og eftir myndunum og huglagnum á vøllinum at døma, hevur tiltakið eisini verið sera væl eydnað. Samanlagt hava 243 børn tvørturum aldursbólkarnar U9, U11 og U13 tikið lut hesar báðar dagarnar.
Fyrra dagin stóðu landsliðsvenjarar og aðrir dugnaligir FSF venjarar fyri fjølbroyttum venjingum í tveir tímar fyri hvønn aldursbólk, og seinni dagurin var fyltur við smáum dystarspølum, har luttakararnir vóru á blandaðum liðum og royndu seg ímóti hvørjum øðrum.
Meðan børnini sjálvi leggja dent á stuttleikan við at venja og spæla, so eru dygdin og venjaramanningin á vøllinum nakað av tí, sum verður tikið fram, tá vit spyrja eina mammu um hennara uppliving av tiltakinum.
– Tað hevur verið avbera væl skipað úr enda í annan, og venjararnir hava megnað at havt allar luttakararnar við allan vegin. Og so er tað eisini ein stór og forkunnug uppliving at vera til venjing við landsliðsvenjarunum, sum børnini bæði kenna og síggja upp til, sigur Hanna Isaksen Højgaard, sum er mamma ein U11 luttakara.
Fótbóltsdagarnir eru partur av átakinum Summarfótbóltur, sum fevnir um fleiri ymisk tiltøk í summarfrítíðini. Felags fyri øll tiltøkini í Summarfótbóltinum er, at tey (eins og summarfrítíðin) bróta burtur frá gerandisdegnum, eitt nú við øðrvísi venjingum og útgávum av fótbóltsspælinum. Til ber at lesa meira um Summarfótbólt her.
Niðanfyri síggjast myndir frá Fótbóltsdøgunum 2026, sum Jóhanna Thomsen hevur tikið. Vit gleða okkum longu til næsta ár!




