Arbeiðið við at orða eina langtíðarætlan fyri kvinnur í føroyskum fótbólti er nú liðugt, og fleiri av átøkunum eru farin í gongd


Talið av spælandi gentum og kvinnum skal tvífaldast, og tað sama skal talið av kvinnuligum venjarum við A- og B-prógvi. Harumframt skal virðingin fyri kvinnum í fótbólti økjast, bæði við umrøðu og umdømi. Hesi eru nøkur av málunum, sum eru sett í menningarætlanini “Kvinnur á vøllin”, sum við hesum verður almannakunngjørd.

Undir yvirskriftini “Kvinnur á vøllin” og við slagorðinum “bið um bóltin” vil Fótbóltssamband Føroya eggja kvinnum til at bjóða seg fram og gera sína ávirkan galdandi í fótbólti, bæði á og uttanfyri vøllin. Høvuðsboðskapurin er vendur móti kvinnum sjálvum, og tað er eitt tilvitað val, sigur Maria Ziskason Nesá, sum hevur staðið fyri at orða ætlanina.

– Fyri at menna kvinnufótbóltin og økja um talið av kvinnum í fótbólti yvirhøvur, so er fyrst og fremst neyðugt at fáa gentur og kvinnur við. Vit skulu sjálvar ganga á odda fyri hesum arbeiðnum og gera krav uppá okkara pláss í fótbóltsfamiljuni, og tað er høvuðsboðskapurin hjá okkum hesi komandi árini. Bið um bóltin – bjóða teg fram og ver við til at fremja ta hugburðsbroytingina, sum skal til fyri at fremja kvinnur í fótbólti, sigur Maria Ziskason Nesá við heimasíðuna hjá FSF.

Tørvurin á einari langtíðarætlan hevur verið kendur í langa tíð, og áhugin fyri arbeiðnum hevur tí eisini verið stórur seinastu tíðina, sigur samskiparin.

– Hetta arbeiðið hevur verið í gongd leingi, men nú í eitt sindur meira enn eitt ár hava vit havt ein skrokk, sum vit so hava pussað og tillagað soleiðis, at vit nú meta hetta vera eina góða ætlan, sum er veruleikakend og samstundis munar væl, nú tá vit fara at føra hana út í lívið.

Langtíðarætlanin fyri kvinnur í fótbólti er blivin til eftir vitjanir í nógvum av feløgunum kring landið, fundir og temadagar við ymiskar partar av fótbóltsføroyum. Harumframt er hon viðgjørd í Kvinnunevndini hjá FSF og løgd fyri Starvsnevndina.

Langtíðarætlanin “Kvinnur á vøllin” sæst niðanfyri, og ætlanin fæst eisini sum faldari í FSF húsinum við Tórsvøll.