Tey ljósabláu úr Víkingi gjørdu slætt borð í vetrarkappingunum. Spælt var í Dreingir U15 og U17, og Gentur U15 og U18. Víkingur vann allar kappingarnar

Farna vikuskiftið vórðu finaluumførini í vetrarkappingunum á skránni. Og sigast má, at Víkingur av álvara gjørdi sína skyldu. Spælt var í aldursbólkunum Dreingir U15, Dreingir U17, Gentur U15 og Gentur U18, og Víkingur vann allar kappingarnar.

 

Í kappingini fyri Dreingir U15 endaði tað við finalu millum Víking og B36. Úrslitið gjørdist 1-0 til Víking. ÍF gjørdist nummar 3, meðan EB/Streymur bleiv nummar 4.

 

Í finaluumfarinum í kappingini fyri Dreingir U17 fekk Víkingur fult stigatal. NSÍ gjørdist nummar 2, B71 nummar 3, 07 Vestur bleiv nummar 4, meðan Skála endaði á 5. plássi.

 

Hjá Gentum U15 spældu Víkingur og EBS/Skála finaluna. Her mátti longd leiktíð til, og tá avtornaði vann Víkingur 2-1.

 

Í kappingini fyri Gentur U18 gjørdist Víkingur nummar 1, B36 nummar 2, AB/B71 bleiv nummar 3, og EBS/Skála gjørdist nummar 4.