Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappigini, sum í hesum døgum er í Litava. Mótstøðuliðið var Ukraina, sum vann 4-0

– Fyrsta korterið vóru vit als ikki við í dystinum. Gjørdu nógv mistøk, bæði við plaseringum, uppdekking og returrenningum – og so var 3-0 til Ukraina. Men sum frálíður komu vit meir við, og áðrenn hálvleik høvdu vit havt eini sjey hornaspørk. Ukraina skoraði fjórða málið beint fyri steðgin, men eg haldi so avgjørt, at vit høvdu uppiborið betri, sigur John Petersen, U19-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hóast úrslitið gjørdist eitt greitt 4-0 tap fyri Ukraina í fyrsta dystinum hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum er til innleiðandi EM-undankapping í Litava, so var talan um ein javnan dyst, við málmøguleikum til bæði liðini.

 

Men sum so mangan, tá vit spæla ímóti teimum ”stóru”, so væntar seinasti neyvleikin í avgerandi løtunum, og tá dómarin floytar fyri seinastu fer, standa vit eftir við ongum, sjálvt um møguleikin var til meira.

 

– Vit møttu einum ukrainskum liði, sum var sterkari enn vit, men 4-0 er ov nógv. Okkara spælarar raka ikki toppstøði, sum tær kunnu, og tá verður trupult, sigur John Petersen.

 

Næsti dystur hjá føroysku U19-gentunum verður fríggjadagin, tá Írland er mótstøðuliðið. Í fyrsta umfari í kappingini vunnu írsku genturnar 7-0 á Litava.

 

– Írland hevur eitt sera sterkt lið, og eg rokni við, at tær eru betri enn Ukraina. So vit mugu avrika betur, um vit skulu sleppa undan einum avsmurningi, sigur U19-landsliðsvenjarin at enda.

 

Í sjónmiðilinum niðanfyri sæst samandráttur frá dystinum millum Ukraina og Føroyar.