Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Litava. Úrslitið gjørdist 3-0 til Írland

– Vit møttu sterkasta liðnum í bólkinum, Írlandi, men eg skal lova fyri, at tey prosentini, sum manglaðu seinast, vóru væl og virðiliga løgd afturat hesaferð. Eg eri sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men innsatsurin hjá spælarunum var framúr, sigur John Petersen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum er til innleiðandi EM-undankapping í Litava, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Úrslitið gjørdist 3-0 til Írland, sum var á odda 1-0 í steðginum.

 

– Vit vóru fyri tað mesta í verjustøðu – allan dystin á tamb – men genturnar stríddust allar sum ein. Írland kom av tí sama ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnar, men tíverri fingu tær eitt mál í fyrra hálvleiki.

 

– Eftir hvíldina var gongdin tann sama, men ímóti endanum byrjar orkan at ganga undan, og so fáa tær tvey mál afturat. Alíkavæl ein fantastiskur innsatsur frá gentunum, og bæði avrik og úrslit vóru betri í mun til seinasta dyst. So eg eri sum heild nøgdur, sigur John Petersen.

 

Seinasta umfar í kappingini verður mánadagin. Tá skulu føroysku genturnar møta vertslandinum, Litava, sum í sínum dystum hevur tapt 7-0 fyri Írland, og 2-0 móti Ukraina. Í fyrsta umfari taptu Føroyar 3-0 móti Ukraina.

 

Í sjónmiðlinum niðanfyri síggjast málini í dystinum millum Írland og Føroyar.