Í summar var UEFA TV á vitjan i Føroyum. Her hittu teir millum annað Håkan Ericson og Klæmint Andrasson Olsen

——————

Í komandi viku skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá seinastu dystir í verandi UEFA Nations League kapping eru á skránni. Hósdagin spæla Litava og Føroyar í Vilnius, og sunnudagin 25. september kemur Turkaland á vitjan á Tórsvølli.

Í samband við UEFA Nations League, var eitt filmslið frá frá UEFA á vitjan í Føroyum fyrr í summar. Her hittu teir landsliðsvenjaran hjá monnum, Håkan Ericson, og Klæmint Andrasson Olsen, ið higartil er skrásettur fyri 10 mál fyri Føroyar.