Atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystin millum Spania og Føroyar er byrjað á heimasíðuni hjá FSF, sum eisini bjóðar føroyskum áskoðarum at flúgva beinleiðis til Spania saman við landsliðnum

Um ein góðan mánað skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur. Hósdagin 5. september spæla Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 8. september, klokkan 20:45 lokala tíð, møtast Spania og Føroyar á Estadio El Molinón í Gijon.

 

Atgongumerki til føroyskar áskoðarar til landsdystin móti spaniólum verða seld umvegis Nethandilin á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í hesum sambandi ynskir FSF eisini at bjóða føroysku áskoðarunum at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Spania saman við landsliðnum.

 

Farið verður úr Vágum fríggjakvøldið 6. september kl. 20:40, og heimferðin verður eftir dystarlok sunnukvøldið 9. september klokkan 01:30.

 

Kostnaðurin fyri atgongumerki er 200 krónur, meðan prísurin fyri ferðaseðilin er 3.850 krónur (íroknað prísin er flogferð Vágar-Asturias/Asturias-Vágar og ferðaavgjøld). Nærri kunning um ferðina fæst við at venda sær til Kristin Dam Ziska, tel. 29 19 68.