Soleiðis skrivaði Gilli Rólantsson í skemti á Twitter, tá tað bleiv greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Norra til EM 2020 undankappingina. Hetta er fyrstu ferð, at vit møta grannatjóðini í altjóða kapping
Gilli Rólantsson Sørensen spælir til dagligt við norska felagnum SK Brann Bergen. Hann verður javnan argaður av norsku liðfeløgunum, tá tað kemur til landsliðsfótbólt. Tað var tí í skemti, at tvøramaðurin skrivaði orðini “Vi kommer til å knuse dere, Norge” á sosiala miðlinum Twitter.
– Eg spæli jú í Norra, so tað var bara fyri at arbeiða upp á teir. Eg fór akkurát í ein flúgvara, og tá eg opnaði Twitter aftur var ein ørgrynna av boðum. Eg havi ikki sæð nakað líknandi fyrr, sigur Gilli við eyðkendu suðuroyardialektini.
Hann hevði ikki meir enn tendrað telefonina, tá hon fór at ringja.
– Eg bleiv uppringdur av fleiri miðlum. Eg svaraði tveimum av teimum, og tað fór kring alt landið. Fleiri fólk hava eisini skrivað til mín í øðini. Eg haldi ikki tey skiltu, at eg bara skrivaði tað í skemti, sigur Gilli Rólantsson.
Hann sigur at liðfelagirnir nú bara ganga og arga hann.
– Teir skemta við hvussu nógv Norra fer at vinna, men tað motiverar meg bara. Eg angri hatta ikki, men tað var í skemti og tað mugu fólk tola, sigur føroyski landsliðsspælarin í norskum fótbólti.
Hetta verður fyrsti dysturin í altjóða kapping móti Norra.
Sterkt samband til Norra
Sambandið millum føroyskan og norskan fótbólt hevur verið umskiftiligt. Fyrst í 90’unum spældi føroyska landsliðið tveir almennar venjingardystir moti Norra. Í 1992 taptu vit 2-0 í Oslo, og árið eftir taptu vit heili 7-0 á Svangaskarði.
Undan hesum spældi føroyska landsliðið ein óalmennan venjingardyst í 1991, har vit taptu 3-1. Kurt Mørkøre skoraði føroyska málið.
Hann er ein av fleiri føroyskum spælarum, sum hava spælt í norskum fótbólti. Av øðrum kunnu nevnast Jóannes Jakobsen, Kári Reynheim, Julian Johnsson, Todi Jónsson, Hans Fróði Hansen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen og Rógvi Jacobsen.
Vit hava eisini spælt móti norskari mótstøðu í Evropa. Her hevur Tromsø eina serliga søgu. Í 1995 tapti HB heili 10-0 í Tromsø í Intertoto Cup. Føroyskur fótbóltur fekk sína “hevn” í 2014, tá Víkingur sló Tromsø úr Europa League kappingini við samantaldum 2-1 sigri. Hartil megnaði Víkingur at spælt 0-0 á útivølli móti Rosenborg árið eftir. Tá hevði norska stórfelagið eina 2-0 leiðslu frá fyrra dystinum. Afturi í 2009 spældi NSÍ eisini móti Rosenborg, men tapti greitt samanlagt.
Í løtuni eru fimm føroyingar í norskum fótbólti. Gilli Sørensen er í SK Brann Bergen og Meinhard Egilsson Olsen er í Kristiansund BK. Í næstbestu deildini eru Ári Mohr Jónsson í Sandnes Ulf og Odmar Færø í Hamarkameratene, meðan Rógvi Baldvinsson er í Bryne BK í triðbestu deildini.
Hetta er stórt og spennandi
26 ára gamli tvøramaðurin á landsliðnum gleðir seg til uppgávuna mánakvøldið á Tórsvølli.
– Hetta er bæði stórt og spennandi, sigur Gilli, sum í vikuna upp til landsdystirnar hevur verið í Føroyum. Hann væntar at vit kunnu spæla upp í móti Norra.
– Tá tað er eitt lið úr norðurlondum, so líkjast vit oftani eitt sindur. Norra hevur eitt gott lið við góðum dygdum, men vit kunnu vera við, um vit spæla upp til okkara besta, sigur ferðmikli tvøramaðurin.
Hann er ikki í iva um, at alt trýstið er á gestunum fyri eystan. Undan ferðini til Føroya møta teir Rumenia á heimavøll.
– Miðlarnir her skriva, at Norra skal hava seks stig í hesum báðum dystunum. Trýstið er á Norra, tí teir kappast við Svøríki og Rumenia um at koma til EM-endaspælið, sigur Gilli.
Hann droymir nú um eitt gott úrslit móti Norra, so tað verður lættari at koma aftur til Brann eftir landsdystin.
-Tað hevði sjálvandi verið stuttligt at vunnið á Norra, men tað verður ringt. Tapa vit stórt, so verið eg argaður, men klára vit at vera við og kanska fáa ein javnleik, er tað eisini á einari leið, sigur Gilli Rólantsson at enda.