Tveir nýggir venjarar eru komnir afturat, nú venjaratoymini hjá ungdómslandsliðunum hjá FSF eru mannaði av nýggjum. Rasmus Nolsøe verður venjari hjá U17-dreingjunum, meðan Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U15-gentunum
Stutt fyri jól varð kunngjørt, at tað verður sviin, Håkan Ericson, ið skal avloysa Lars Olsen sum føroyskur A-landsliðsvenjari hjá monnum. Sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og Håkan Ericson er galdandi í fýra ár.
Men tað eru ikki bara menninir, ið hava fingið nýggjan landsliðsvenjara. U17-landsliðið við dreingum og U15-landsliðið við gentum hava eisini fingið nýggjar venjarar.
Rasmus Nolsøe skal komandi tvey árini standa á odda fyri U17-dreingjunum, meðan Christian Høgni Jacobsen er nýggjur landsliðsvenjari hjá U15-gentunum.
Áki Johansen, ið hevur havt evstu ábyrgd av U17-landsliðnum við dreingjum, verður nú venjari hjá bæði U18- og U19-landsliðunum við dreingjum. Áki Johansen avloysir Jógvan Martin Olsen, ið farnu trý árini hevur verið venjari hjá U19-dreingjunum. Og hjá U17-gentum verður tað Pauli Poulsen, ið avloysir Øssur Hansen.
Ungdómslandsliðsvenjarar 2020
| U19 Dreingir | |
| Høvuðsvenjari | Áki Johansen |
| Hjálparvenjari | Jens Kristian Hansen |
| Málmansvenjari | Geza Turi |
| U18 Dreingir | |
| Høvuðsvenjari | Áki Johansen |
| Hjálparvenjari | Jens Kristian Hansen |
| Málmansvenjari | Trygvi Askham |
| U17 Dreingir | |
| Høvuðsvenjari | Rasmus Nolsøe |
| Hjálparvenjari | Fróði Benjaminsen |
| Málmansvenjari | Predrag Markovic og Rúni K. Joensen |
| U15 Dreingir | |
| Høvuðsvenjari | Jan Mølvad Laursen |
| Hjálparvenjari | Jens Erik Rasmussen |
| Málmansvenjari | Heðin Stenberg |
| U19 Gentur | |
| Høvuðsvenjari | Pætur Smith Clementsen |
| Hjálparvenjari | Eyðvør Jakobsen |
| Málmansvenjari | Gunnar Sørensen |
| U17 Gentur | |
| Høvuðsvenjari | Pauli Poulsen |
| Hjálparvenjari | Rannvá B. Andreasen |
| Málmansvenjari | Ivan Stojkovic |
| U15 Gentur | |
| Høvuðsvenjari | Christian Høgni Jacobsen |
| Hjálparvenjari | |
| Málmansvenjari |



