Aftur í summar verður skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið. Í fyrsta umfari er talan um fótbóltsskúlar í Sørvági, á Toftum, í Klaksvík, á Tvøroyri og á Argjum
——————
Eins og undanfarin ár sleppa allar gentur og allir dreingir, ið ynskja at brúka summarfrítíðina upp á heimsins besta spæl, á fleiri ymiskar fótbóltsskúlar kring landið.
Umframt Fótbóltsdagar, Fótbóltsstevnur og Disney Playmakers, ið FSF skipar fyri, eru seks fótbóltsskúlar á skránni, sum B68, KÍ, 07 Vestur, AB og TB skipa fyri. Við Stórá er áhugin so mikið stórur, at har er longu fullteknað.
Endamálið við fótbóltsskúlunum er at geva luttakarunum góðar og gevandi upplivingar á vøllinum, har bæði fótbóltslig menning og gleðin við spælinum eru í miðdeplinum.
SØRVÁGUR
30. juni – 1. juli
Tilmeldingarfreist: Sunnudagin 28. juni
Pláss er fyri 90 luttakarum
Kostnaður: 500 kr. (U7 og U9) og 550 kr. (U11 og U13)
Tilmelding og kunning: Trýst H E R
TOFTIR
1. og 2. juli
Tilmeldingarfreist: Sunnudagin 28. juni
Pláss er fyri 150 luttakarum
Kostnaður: 500 kr. (U6, U7 og U9) og 550 kr. (U11 og U13)
Tilmelding og kunning: Trýst H E R
KLAKSVÍK (U6 – U9)
10. og 11. juli
Tilmeldingarfreist: Týsdagin 7. juli
Kostnaður: 500 kr.
Tilmelding og kunning: Trýst H E R
KLAKSVÍK (U11 – U13)
13. og 14. juli
Tilmeldingarfreist: Mikudagin 8. juli
Kostnaður: 550 kr.
Tilmelding og kunning: Trýst H E R
ARGIR
8. og 9. august
Kostnaður: 895 kr.
Tilmelding og kunning: Trýst H E R




