Fannhard Skoradal, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup, sum verður í Lettlandi frá 28. juni til 6. juli
——————
Tríggir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við gentum seinni í mánaðinum fer til Riga í Lettlandi, har Baltic Cup er á skránni.
Ferðalagið fer úr Føroyum sunnudagin 28. juni, og verður aftur á klettunum eina stóra viku seinni, mánadagin 6. juli.
Venjari hjá U17 gentunum er Fannhard Skoradal, og saman við hjálparvenjaranum, Maibritt Olsen, hevur hann nú sett navn á tær 18, ið skulu umboða Føroyar í kappingini í Lettlandi.
Hópurin
Ester Vang, B36
Sigga Smæra Næs, B36
Elin Elmelund Hansen, HB
Maria Bjarnadóttir, HB
Hanna Jacobsen, HB
Petsy Káradóttir Nielsen, HB
Lilja Eiriksdóttir Højsted, HB
Maria Kristina Eyðunsdóttir Joensen, ÍF
Heidi Jacobsen, KÍ
Aleksandra Zachariasen, KÍ
Rannvá Ryan, KÍ
Erla Joensen, KÍ
Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Eva Atladóttir, Víkingur
Miriam Stauss, Víkingur
Sára Vang Justinussen, Víkingur
Tóra við Gil, Víkingur
Dystaskráin
30. juni Estland – Føroyar (kl. 10:00)
2. juli Lettland – Føroyar (kl. 15:00)
5. juli Føroyar – Litava (kl. 12:00)




