– Hetta er ordiliga, gott siga bæði venjari, foreldur og leikarar um ljóðleysan leygardag
Ljóðleysur leygardagur er partur av átakinum ”Fair Play í barnahædd”, sum setur sjóneyku á góða dystarumhvørvið til barnakappingar.
Endamálið við átakinum, sum var 13. juni og eisini verður 20. juni, er at geva børnunum frið at spæla uttan vegleiðingar frá áskoðarum. Eisini at minka um trýst og vegleiðandi róp, og ístaðin eygleiða, hvat hendir, tá ið børnini sjálvi taka avgerðir.
FSF Varpið var í Klaksvík til U11 kapping og í Vági til G9 kapping. Har fingu vit orðið á eina mammu, ein venjara og leikarar.




