Í farnu viku skipaði FSF fyri venjaraskeiði, ið serliga var ætlað teimum, ið standa fyri heilsufótbólti. Ætlanin er at skipa fyri fleiri líknandi skeiðum kring landið
Trettan “venjarar” tóku lut, tá Fótbóltssamband Føroya í seinastu viku skipaði fyri venjaraskeiði, ið serliga var ætlað teimum, ið standa fyri heilsufótbólti í ymisku feløgunum, sum í løtuni bjóða hetta tilboð.
Hesaferð var skeiðið fyriskipað í Havn, men ætlanin er at hava líknandi skeið aðrastaðni kring landið, og verða hesi á skránni, um undirtøka og áhugi er fyri tí.
Í løtuni eru tíggju feløg, ið regluliga skipað fyri heilsufótbólti hvørja viku. Talan er um AB, B36, B71, HB, KÍ, MB, FC Suðuroy, NSÍ, TB og FC Trón, ið er eitt felag í Havn, sum bara hevur Heilsufótbólt at bjóða sínum limum.
Yvirlitið yvir feløgini, sum í løtuni bjóða heilsufótbólt, sæst her: Heilsufótbóltur / Venjingartíðir
Eru feløg ella einstaklingar, ið kundu hugsa sær at stovna lið í heilsufótbólti, kunnu hesi seta seg í samband við Christinu Ravnsfjall, [email protected], ið er Grassroots-samskipari hjá FSF.
Les eisini: Heilsufótbóltur gott fyri likam og sál
Myndir: Andrass Thomsen