Fríggjakvøldið savnaðust allir venjararnir, hjálparvenjararnir og málmansvenjarar, ið varða av landsliðunum hjá FSF. Millum annað varð kjakast um leikhátt og menning av føroyskum landsliðsfótbólti
——————
– Árið hevur verið avbjóðandi upp á nógvar mátar, men tað ræður um at halda fokus, og alla tíðina vera til reiðar til tær uppgávur, ið vit fáa og sum standa fyri framman, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Koronafarsóttin syrgdi fyri, at landsliðsárið 2020 gjørdist nakað øðrvísi enn ætlað. Serliga fyri yngru landsliðni hevur farsóttin verið órógvandi, og flestu kappingar og dystir, sum skuldu verða í hesum árinum, eru blivin avlýst ella útsett.
Komandi ár verður vónandi øðrvísi, og fyri framman standa nógvar spennandi avbjóðingar, sum okkara venjarar nú skulu fyrireika seg til.
Men avbjóðingarnar seta samstundis stór krøv til øll, ið varða av okkara landsliðum, og fríggjakvøldið savnaðust eini 25 venjarar, hjálparvenjarar og málmansvenjarar at kjakast um millum annað leikhátt, og hvussu føroysku landsliðini kunnu mennast enn meir.
Byrjað varð við ymiskari kunning um komandi landsliðsár, áðrenn FSF-leikhátturin bleiv umrøddur, og hvussu nýggi A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson kann geva íblástur til føroyskan fótbólt sum heild.
Landsliðsvenjarin legði fram sínar takar um leikháttin hjá A-landsliðnum, og venjararnir fingu eisini høvið til at kjakast við Håkan Ericson um landsliðsfótbólt og onnur viðurskifti í samband við føroyskan fótbólt.
Hóast landsliðsárið hevur verið sera turbulent, við nógvum avmarkingum, var arbeiðslagið gott, og nú verður hugt fram ímóti 2021 og teimum avbjóðingum, sum komandi ár vónandi hevur at bjóða.
Myndir: Pætur Clementsen / FSF.fo