Fleiri spennandi evni vóru á skránni leygardagin, tá skipað varð fyri fundi fyri høvuðsungdómsvenjararnar í feløgunum


Undan landsdystinum á Tórsvølli leygardagin varð skipað fyri felagsfundi fyri høvuðsungdómsvenjararnar í føroysku fótbóltsfeløgunum. Sonevndu HUV fundirnir eru afturvendandi tiltøk hvørt kappingarár og skipaðir undir Fótbóltsdeildini í FSF sum partur av stuðlinum til feløgini. 

Á fundinum hesaferð var varðveitsla sett á breddan sum tema fyri dagin. Hetta tí gongdin í hagtølunum vísir, at nógv íðkandi fella frá eftir U13 aldur. 

Harumframt var eisini viðkomandi kunning um eitt nú landsliðsvirksemi, venjaraútbúgving og mennaraarbeiði á skránni, og afturat hesum hevði Jákup Mikkelsen eitt upplegg um arbeiðið við málmansvenjing, sum hann er farin undir saman við feløgunum.