Í FSF Varpinum hesaferð greiðir Eli Hentze, útbúgvingarsamskipari hjá FSF frá fyrireikingunum og skránni í sambandi við barna- og ungdómsráðstevnuna, sum verður í Havn 28. februar og 1. mars


Fríggjadagin 28. februar og leygardagin 1. mars verður árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta er áttanda árið, at ráðstevnan verður hildin, og hvørt ár hevur undirtøkan verið góð – og soleiðis verður væntandi og vónandi eisini í ár.

Fyrireikingarnar ganga væl, og endaliga skráin er mest sum komin upp á pláss. Hósdagin fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, ið greiddi frá, hvat luttakararnir kunnu vænta sær av ráðstevnuni hesaferð.

Freistin at melda til ráðstevnuna er mánadagin 17. februar 2025. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Slóð til nethandilin er HER