Í gjár vóru venjararnir í Betri Deildini hjá kvinnum savnaðir í FSF húsinum til fund um fysisku krøvini í deildini
Undan kappingarbyrjan í ár fór Fótbóltssambandið undir eina stóra verkætlan, har fysisku krøvini í Betri Deildini hjá kvinnum verða kannaði. Hetta er liður í langskygdu ætlanini fyri menning av kvinnusíðuni, og verkætlanin snýr seg í stuttum um, at øll átta liðini í Betri Deildini hjá kvinnum brúka GPS og puls-tracking útgerð til allar venjingar og dystir í hesum kappingarárinum.
Verkætlanin er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og í altjóða høpi er tað eisini serstakt, at hon fevnir um bæði venjingar og dystir hjá øllum liðunum í einari heilari landskapping, sigur Eli Nolsøe Leifsson, verkætlanarleiðari og fysiskur venjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
– Vit vita og kenna frá altjóða dystum, at vit hava góðar menningarmøguleikar á fysiska partinum, serliga á kvinnusíðuni, og tað er høvuðsmálið við verkætlanini. Vit hava brúkt slíka útgerð í landsliðshøpi í nøkur ár, men við verkætlanini royna vit eisini at menna gerandisdagin hjá spælarum og venjarum í bestu kvinnudeildini, og eg haldi, at tey higartil hava tikið tað til sín við forvitni og spenningi, sigur Eli Nolsøe Leifsson.
Verkætlanin hevur verið í gongd síðan kappingarbyrjan í ár, og í gjár var fundur fyri venjararnar í deildini, har verkætlanarleiðarin legði nakað av tí fram, sum hann higartil hevur funnið útav. Harumframt hevði Lene Terp, landsliðsvenjari hjá kvinnum eisini eina framløgu um landsliðsarbeiðið og komandi uppgávur hjá kvinnulandsliðnum.
Betri Deildin hjá kvinnum byrjar aftur nú leygardagin, og restina av kappingarárinum fer fysiski venjarin saman við liðunum og venjarunum í deildini at arbeiða víðari við verkætlanini.
Dystirnir leygardagin eru hesir:
kl. 14.00: 07 Vestur – Víkingur (verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum)
kl. 16.30: B36 – NSÍ
kl. 17.00: EBS/Skála – HB
kl. 18.15: AB/B71 – KÍ