Farna fríggjadag varð skipað fyri heilsufótbóltsdegi á Tórsvølli. Umframt kappingar, vóru fyrilestrar eisini á skránni. Umleið 60 kvinnur og menn luttóku

– Dagurin eydnaðist sum heild sera væl, og verður vónandi eitt afturvendandi tiltak, ið verður hildið á hvørjum ári, sigur Andrass Thomsen, ið saman við Christinu Ravnsfjall fyriskipaði heilsufótbóltsdagin 2019.

 

Dýrabiðidag, fríggjadagin 17. mai, skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri fyrsta heilsufótbóltsdegnum. Á skránni var fótbóltskapping, og síðani hildu Snorri Patursson, kostráðgevi, og Álvur Hansen, fysioterapeutur, fyrilestrar.

 

Heilsufótbóltsspælararnir úr AB vunnu kappingina, meðan KÍ og FC Trón vunnu ávíkavíst silvur og bronsu. Tilsamans fimm lið, við umleið 60 kvinnum og monnum, luttóku í kappingini.

 

Endamálið við heilsufótbóltsdegnum er at geva teimum, ið spæla heilsufótbólt, møguleika at hittast til ein stuttligan dag, har fótbóltur og heilsa er í miðdepli. Samstundis sum hetta skal vera við til at skapa enn størri áhuga fyri heilsufótbólti.

 

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

 

MYNDIR

 

Yvirlit yvir feløg, ið regluliga skipa fyri heilsufótbólti, sæst H E R