Farna hósdag var UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin á stuttari Føroyavitjan, og um alt gongur eftir ætlan, verður Ceferin aftur at síggja í Føroyum, tá útbyggingin av Tórsvølli er liðug

– Eg eri sera glaður fyri vitjanina í Føroyum, og fyri ta kunning, ið eg havi fingið um føroyskan fótbólt. FSF ger eitt framúr arbeiði, við teirra skilagóðu, greiðu og ídnu ætlanum, og hetta kann brúkast sum fyrimynd til onnur smærri fótbóltssambond.

 

Orðini eigur Aleksander Ceferin, forseti í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA sum hósdagin var á stuttari Føroyavitjan, eftir innbjóðing frá FSF.

 

Beint fyri middag lendi flogfarið við UEFA-forsetanum í Vágum, og síðani varð farið til miðmála í Móttøkuhúsinum í Havn, har Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð. Í Móttøkuhúsinum nýtti UEFA-forsetin eisini høvið at heilsa upp á løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

Sìðani var farið á Tórsvøll, har umboð fyri FSF greiddu Aleksander Ceferin frá virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya, og hvørjar avbjóðingar fótbólturin hevur í Føroyum. Í FSF-húsinum fekk UEFA-forsetin eisini eina kunning um útbyggingina av Tórsvølli, sum í stóran mun er stuðlað av evropeisku fótbóltssamgonguni.

 

– Vit eru sera glað fyri at vera limir í UEFA, og fyri allar teir fyrimunir tað gevur okkum í samband við menningina av føroyskum fótbólti. Vónandi síggja vit Aleksander Ceferin aftur í Føroyum, tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur, sigur Christian F. Andreasen, FSF-forseti.

 

Klokkan gott hálvgum fimm seinnapartin hósdagin fór flogfarið við UEFA-forsetanum avstað aftur.

 

MYNDIR