Umleið 60 venjarar nýttu høvið at taka lut á skeiðnum hjá roynda danska venjaranum Troels Bech, sum FSF skipaði fyri seinasta leygardag

——————

Farna vikuskifti var ein av royndastu venjarunum í donskum fótbólti á vitjan í Føroyum. Talan er um 55 ára gamla Troels Bech, ið millum annað hevur staðið á odda fyri AC Horsens, Silkeborg IF, FC Midtjyllandi og OB.

Harafturat var Troels Bech eitt tíðarskeið ítróttarstjóri í Brøndby IF, og hann hevur eisini spælt á hægsta støði í bæði Danmark og Týsklandi.

– Eg haldi at vit fingu nógv burturúr. Hann (red. Troels Bech) dugdi væl at greiða frá gerandisdegnum hjá einum Superligavenjara, og venjingin, ið hann hevði á vøllinum var góð, sigur Jákup á Borg, ið var ein av luttakarunum á skeiðnum.

Skeiðið við Troels Bech var ætlað venjarum við UEFA A- og B-venjaraprógvi, og teimum, sum í august mánað fóru undir A-venjaraútbúgvingina. 

Myndir: Bjarni Enghamar