FSF hevur tikið avgerð um, at útsettu dystirnir millum AB og Skála, og 07 Vestur og EB/Streym, sum ikki vórðu settir í gongd vegna veður, verða spældir týsdagin klokkan 16:30

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at dystirnir í 26. umfari í Betri Deildini hjá monnum millum AB og Skála, og 07 Vestur og EB/Streym, sum ikki vórðu settir í gongd vegna veður, í staðin verða spældir týsdagin 23. oktober klokkan 16:30.

 

Í 1. deild hjá monnum varð dysturin millum B68 og B71, sum skuldi verða á Toftum leygardagin, heldur ikki settur í gongd vegna keðiligt veður á Svangaskarði. Í hesum føri hevur kappingarnevndin avgjørt, at dysturin í staðin verður spældur týsdagin klokkan 19:00.

 

Harafturat verður eisini fult umfar í Betri Deildini hjá kvinnum komandi týsdag. Í Havn fær B36 vitjan av B68, toppdysturin millum EBS/Skála og KÍ verður á Skála, meðan ÍF/Víkingur fær vitjan av HB. Allir dystirnir í kvinnudeildini byrja klokkan 16:30.