Fótbóltssamband Føroya hevur framt ávísar broytingar í FSF-venjaraútbúgvingunum, og sum nakað nýtt, ber nú til at víðariútbúgva seg til Ungdómsvenjara​

Seinasta árið hevur útbúgvingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya arbeitt við at dagføra og gera smávegis broytingar í FSF-venjaraútbúgvingunum. Endamálið við hesum er at tillaga útbúgvingarleiðina til okkara tørv, og samstundis tryggja eitt framhaldandi dygdargott støði á okkara venjaraútbúgvingum.

 

B-venjaraútbúgvingin

B-útbúgvingin verður framvegis skipað sum B1, B2, B3 og B4. Størstu broytingarnar eru, at tað verða færri tímar á B1 (frá 20 til 15) og B2 (frá 50 til 40 tímar). B3 verður óbroytt, meðan á B4 verður tímatalið hækkað frá 40 til 60 tímar. Sostatt færri tímar tíðliga – og fleiri tímar seinni – á útbúgvingarleiðini.

 

FSF-Ungdómsvenjarin

Sum nakað nýtt, hevur FSF ment eitt eyka útbúgvingartilboð til ungdómsvenjarar. Hendan nýggja útbúgving er ætlað venjarum við B-prógvi, sum vilja víðariútbúgva seg innan ungdómsvenjing, heldur enn at fara á A-venjaraskeið, sum er ætlað venjarum hjá vaksnum spælarum.

 

Yvirlit yvir venjaraútbúgvingar og venjaraskeið, ið ætlandi verða í 2019, sæst her: Venjaraútbúgvingar / venjaraskeið 2019