Venjarar

Niðanfyri er yvirlit yvir venjaraskeið, ið higartil eru sett á skránna í 2026. Yvirlitið verður dagført so hvørt nýggj skeið verða sett á skrá.

Skeiðini eru partur av venjaraútbúgvingarskipanini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Neyvari lýsing av skeiðunum og innbjóðing verður løgd á heimasíðuna og í nethandilin so hvørt skeið eru á skránni.

Skeiðini eru treytað av nóg góðari undirtøku, og er tørvur á tí, vegna góða undirtøka, verður okkurt skeið endurtikið.

———

Skráin fyri venjaraskeið í 2026

SkeiðDatoFreistKostnaður
UEFA AAug. ’25-okt. ’26Mai ’25
C123.-24. jan. ’2612. jan. ’261.500 kr.
C26.-8. og
13.-14. feb. ’26
28. jan. ’264.500 kr.
B320.-22. feb. og
6.-8. mars ’26
9. feb. ’265.000 kr.
B4Mars-aug. ’2613. mars ’266.500 kr.
VegleiðaraskeiðNov. ’26
Impulsskeið
Barna- og
ungdómsráðstevna
27.-28. feb. ’2613. feb. ’261.000 kr.

———

Tilmelding
Tilmeldingin til omanfyri nevndu skeið fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kunning
Skeiðini verða lýst á heimasíðuni hjá FSF so hvørt tey nærkast, umframt at innbjóðing verður send feløgunum.

Er ynski at hava skeið í egnum felag, kunnu feløgini venda sær til Eli Hentze, [email protected] ella tel. 29 19 62.

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Upptøkukrøv
C1 – 15 ár og eldri
C2 – 18 ár og eldri, umframt C1
B3 – 18 ár og eldri, UEFA C-prógv ella B2
B4 – 18 ár og eldri, umframt B3
UEFA GK B – 18 ár og eldri, UEFA C-prógv ella B2

———

Dagført 12. novembur 2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.