B4-venjaraskeið

B4 – Víðari skeið fyri ungdóms- og vaksinvenjarar

Útbúgving
Fjórði partur av FSF B venjaraútbúgvingini

Endamál
At geva venjarum víðari kunnleika um ungdóms- og vaksinvenjing og geva venjarum førleikar at standa fyri ungdómsliðum og vaksnum liðum.

Innihald
Luttakarin fær innlit í liðbygging, venjingarætlanir og menningarætlanir, har arbeitt verður miðvíst í longri tíðarskeið eftir lagdari ætlan. Eisini fáa luttakarnir víðari kunnleika um taktiska, kropsliga og mentala venjing. Luttakararnir gera sjálvsmynd og heimauppgávur. Týðandi partur av skeiðnum eru eygleiðingar av venjingum hjá luttakarunum úti í feløgunum.

Modul
• Menningarætlanir, langsiktað venjing og fyriskipan (4t – t)
• Venjingarætlan fyri styttri og longri tíðarskeið. Uppgáva + praktikk (6t – t/p)
• Menning av liði, málsetningar (6t – t)
• Venjaraleikluturin (5t – t/p)
• Greining av egnum liði og mótstøðuliði (4t – t/p)
• Sideline (2t – t/p)
• Taktisk venjing (5t – t/p)
• Fysisk venjing – teori + praksis (5t – t/p)
• Ítróttarsálarfrøði – teori + praksis (5t – t/p)
• Sjálvsmynd – uppgáva (2t – t)
• 4 venjingar við eygleiðingum (11t – t/p)
• Eygleiðing av 2 venjingum (5t – t/p)

Tímatal
60 tímar

Skipan
1 vikuskiftisskeið á 10 tímar
5 gerandiskvøld á 5 tímar
Eygleiðingar av venjingum í feløgum í 16 tímar
Heimauppgávur í 9 tímar

———

Dagført: 18. januar 2021