M2 (málmansvenjaraskeið)

M2 er hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá FSF og er tilsamans 40 tímar.

Endamál/innihald
M2 er framhald av M1/B2 skeiðinum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á málmansvenjing við ungum og vaksnum.

Málið við M2 skeiðinum er m.a., at luttakararnir skulu:
• læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing
• læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing
• fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin
• nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin
• nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Upptøkutreytir
Luttakari skal hava tikið M1 og/ella B2 skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Um serstakar umstøður tala fyri tí, kann frávik verða givið.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar, gisting og kost, er 2.500 kr.

GG! Eins og til onnur skeið hjá FSF, so sleppa konufólk ókeypis á M2 málmansvenjaraskeiðið.