B2-venjaraskeiðini verða hildin yvir tvey vikuskiftir. Byrjað verður fríggjadag kl. 16:00 og endar sunnudag kl. 17:00. Tilsamans er skeiðið 50 tímar.
Endamál/innihald: B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-skeiðnum. B2-skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Evni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru m.a.:
– Teknisk venjing
– Likamlig venjing
– Leiðsla
– Læruhættir/metoda
– Málmansvenjing
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið, og tey, ið hava tikið B2-skeið, hava rætt til luttøku á B3-skeiðnum, ið eftir ætlan verður um mánaðarskifti februar/mars.
Upptøkutreytir: Luttakarar til B2-skeiðið skulu hava tikið B1-skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá regluni um upptøku um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr 3.000 kr. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at kvinnur luttaka ókeypis á B2-venjaraskeiðnum.