B3-venjaraskeið

B3 – Skeið fyri ungdóms- og vaksinvenjarar

Útbúgving
Triði partur av FSF B venjaraútbúgvingini

Endamál
At geva venjarum kunnleika um ungdóms- og vaksinvenjing og geva venjarum førleikar at standa fyri ungdómsliðum og vaksnum liðum.

Innihald
Luttakarin fær innlit í leikskipanir, rák innan fótbólt, greining av spælinum og leiðslu í sambandi við dystir. Dentur verður lagdur á frálæru og praktikk í tekniskum, kropsligum og taktiskum venjingum. Luttakararnir fáa møguleikan at ogna sær førleikar og vitan um venjing, fyriskipan, avgreiðslu og eftirmeting av venjingum.

Modul
• Leikskipanir, leikháttur, teknisk og taktisk rák, leiklutir hjá leikarum (5t – t)
• Leikskipanir og leikháttur (FSF leikháttur) (2t – t/p)
• Greining av dysti (4t – t/p)
• Leiðsla í sambandi við dystir. Samstarv í felagsskapi (4t – t)
• Skipan av tekniskari venjing. Teori, venjing, eftirmeting. 2 praktikk við tekniskari venjing (6t – t/p)
• Skipan av taktiskari venjing. Teori, venjing, eftirmeting. 2 praktikk við taktiskari venjing (6t – t/p)
• Aerob venjing (6t – t/p)
• Anaerob venjing (6t – t/p)
• Funktionel styrkivenjing (3t – t/p)
• Venjing: 1v1 off og def – prinsippir (FSF-menningarætlan) (4t – t/p)
• Ítróttarsálarfrøði (2t – t)
• Etikkur: Ábyrgd og uppgávur (2t – t)

Tímatal
50 tímar

Skipan
2 vikuskiftisskeið á samanlagt 46 tímar.
Heimauppgávur á 4 tímar

———

Dagført: 18. januar 2021