B1-venjaraskeið

Innleiðandi skeið fyri barnavenjarar

Útbúgving
Fyrsti partur av FSF B-venjaraútbúgvingini.

Endamál
At geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barnavenjing.

Innihald
Luttakarin fær vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu hetta kann síggjast aftur í fótbóltsvenjing. Leikluturin hjá venjaranum verður eyðmerktur, og luttakararnir fáa innlit í, hvussu venjarin kann standa fyri venjingum, og hvussu venjingar kunnu skipast í samsvari við aldur og førleikar hjá spælarunum. Luttakararnir fáa førleikar at skipa barnavenjing og læra at standa við venjaraábyrgd.

Modul
• Leikarin – menningarstig og aldursrelaterað venjing (5t – t/p)
• Venjarin – leikluturin hjá venjaranum og fyriskipan av venjing (5t – t/p)
• Venjingin – Grundleggjandi tættir í venjing av børnum (5t – t/p)

Tímatal
15 tímar

Skipan
Vanliga sum vikuskiftisskeið upp á 15 tímar.
Kann eisini skipast sum trý kvøldskeið á 5 tímar.

———

Dagført: 12. januar 2021