Sum partur av menningini av okkara ungu spælarum kring alt landið, er gongd nú komin á Úrvalsvenjingarnar. Farna mikudag vóru fyrstu venjingarnar á Svangaskarði og á Tórsvølli


Mikudagin vóru fyrstu Úrvalsvenjingarnar á skránni. Vant varð á Svangaskarði á Toftum og á Tórsvølli, og tilsamans luttóku umleið 90 gentur og dreingir, fødd í 2006 og 2007 í venjingunum.

– Endamálið er sjálvandi at menna okkara unga spælarar so nógv sum tilber, og við “Úrvalsvenjingunum” kunnu vit geva teimum eitt eyka tilboð í samband við venjingar, sigur Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari, við heimasíðuna hjá FSF.

Í samband við Úrvalsvenjingarnar eru feløgini býtt í trý økir. Talan er um Norður- og eysturøkið (KÍ, ÍF, Víkingur, EB/Streymur, Skála, NSÍ og B68), Mið- og vesturøkið (07 Vestur, MB, AB, B36, HB, FC Hoyvík og B71) og Suðurøkið (Royn, TB og FC Suðuroy).

Ársins fyrstu Úrvalsvenjingar vóru á Svangaskarði og á Tórsvølli, men ætlanin er at hava Úrvalsvenjingar kring alt landið.

Á Svangaskarði vóru tað Jógvan Martin Olsen og Fróði Benjaminsen, fótbóltsmennarar hjá FSF, og Christian Høgni Jacobsen, U15-landsliðsvenjari hjá gentum, ið stóðu fyri venjingini, meðan venjarar á Tórsvølli vóru Sigfríður Clementsen, fótbólstmennari, og Jan Mølvad Laursen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

———

GG. Meðan tilmælini hjá myndugleikanum í samband við coronasmittuna eru galdandi, verða ongar Úrvalsvenjingar á skránni.

Fotografur: Hans Erik Danielsen