Týsdagin í næstu viku byrja fyrstu spælararnir á FSF Úrvalstilboðnum. Aðalmálið er at geva spælarunum eitt úrvalstilboð, ið er á altjóða støði, og sum samantvinnar fótbólt, útbúgving ella arbeiði. Rektarin á Miðnámi á Kambsdali, Páll Isholm sær nógvar møguleikar í samstarvinum millum Miðnám og FSF
– Eg haldi, at hetta er eitt framúr tilboð til okkara næmingar, sum vit eru sera fegin um at vera við til at menna. Eg vænti eisini, at hetta royndarárið fer at peika at fleiri menningarmøguleikar, sum vit kanska ikki rættiliga síggja í dag, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin í komandi viku byrja fyrstu spælararnir á FSF Úrvalstilboðnum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í Havn og í Norðragøtu. FSF Úrvalstilboðið verður bjóðað spælarum í aldurinum 16 til 20 ár, og verður gjørt í tøttum samstarvi við Glasir í Havn, Miðnám á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, umframt møguligan arbeiðsgevara hjá spælarum.
Men hví er tað so týdningarmikið, at geva næmingum hendan møguleikan?
– Skalt tú vera úrvalsítróttarfólk mást tú venja sera nógv, og uttan neyva tilrættarlegging saman við tínum arbeiðsgevara, sum í hesum førum er skúlin, so verður trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. Bæði í skúlanum og á vøllinum.
– Eg eri vísur í, at eitt skilagott samanspæl millum skúlan og ítróttargreinina fremur bæði tað ítróttarliga og læringina. Júst hesin aldurin er eisini hin rætti at smakka lívið sum úrvalsíðkari, og at tú gert hetta samstundis, sum tú tekur eina útbúgving er heilt víst vegurin framm, sigur Páll Isholm, og leggur afturat, at tað eisini gevur skúlanum nógv, at kunna bjóða næmingum eitt sovorði tilboð.
– Endamálið hjá skúlanum er til eina og hvørja tíð at fáa næmingarnar at læra so nógv sum møguligt. Skal tað eydnast er umráðandi við góðum trivnaði og arbeiðsgleði. Megna vit at skapa rúmd fyri serstøkum tørvum og áhuga, sum summi hava innan millum annað ítrótt og tónleiki, so fremur tað eisini hugin og gleðina við at ganga í skúla. So slík tilboð eru gull verd, sigur rektarin á Miðnámi á Kambsdali.
Í samband við FSF Úrvalstilboðið, stendur Fótbóltssamband Føroya fyri tí ítróttarliga, meðan skúlarnir standa fyri útbúgvingini. Eitt framtíðar samstarv kundi millum annað snúð seg um tað sálarliga og tað praktiska í at fáa lestrarlív og ítróttarlív at hanga saman. Bæði í gerandisdegnum, men eisini tá íðkarar eru burturstaddir í landsliðsørindum, venjingarlegum og í øðrum uppgávum.
Í Føroyum er hetta eitt slóðbrótandi tilboð, men uttanlands er líknandi tilboð væl kend og væl útbygd eisini. Og sambært rektaranum á Miðnámi á Kambsdali er ikki óhugsandi, at FSF Úrvalstilboðið fer at vísa á aðrar møguleikar.
– Okkara avmarkaða stødd ger, at vit ikki uttan víðari kunnu kopiera tað onnur gera. Hinvegin so síggi eg fyri mær, at júst hesin leisturin kann mennast í øðrum ítróttargreinum. Við tíðini kunnu vit byggja eitt úrvalsumhvørvi á Kambsdali, ið hevur sum aðalmál at geva okkara úrvalsíðkarum eitt úrvalsskúlatilboð á altjóða støði.
– Eitt konstruktivt samstarv fer heilt víst at vísa fleiri møguleikar, ið vit kanska ikki rættiliga duga at ímynda okkum enn. Men nú eru vit í gongd, og fara at leggja alla orku í at fáa hetta royndarárið at eydnast væl, sigur Páss Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.
Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali – Mynd: Hans Erik Danielsen
Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya – Mynd: Hans Erik Danielsen
Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen, venjarar og fótbóltsmennarar, og Eli Leifsson, kropsligur venjari hjá FSF – Mynd: Hans Erik Danielsen
Týsdagin varð skipað fyri kunningarfundi fyri spælarunum og teirra foreldrum, ið byrja á FSF Úrvalstilboðnum í Norðragøtu – Mynd: Hans Erik Danielsen
Myndir: Hans Erik Danielsen