Fríggjadagin 25. og leygardagin 26. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt
——————
Um alt gongur eftir ætlan, og koronafarsóttin hevur lagt seg, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt seinasta vikuskifti í februar mánað.
Stevnan er ætlað øllum barna- og ungdómsvenjarum, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta krav er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjing.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjing.
Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár eru venjarar frá Coerver Coaching, ið koma at hava bæði fyrilestrar og venjingar. Harumframt vera framløgur frá føroyskum undirvísarum eisini.
Kostnaðurin fyri at luttaka, íroknað kost og frálærutilfar, er 1.000 krónur.
Nærri kunning um ráðstevnuna og tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 7. februar.