Á evnisdegi á Hotel Hilton leygardagin var ljós varpað á ungdómsfótbólt og marknaðarføring av føroyskum fótbólti
Hvussu menna vit ungdómin? Hvussu fremja vit talentmenningina av okkara ungu spælarum? Hvussu útvega vit okkum fleiri fótbóltsspælarar, og hvussu halda vit teir til, sum longu eru virknir? Og hvussu marknaðarføra vit føroyskan fótbólt?
Hesir og aðrir spurningar vórðu settir, tá Fótbóltssamband Føroya leygardagin skipaði fyri evnisdegi á Hotel Hilton í Havn. Stóru yvirskriftirnir vóru “Ungdómsfótbóltur” og “Marknaðarføring”.
Umboð fyri øll feløgini luttóku, og umframt áhugaverdar framløgur, bleiv eisini kjakast um evnini, ið vóru sett á breddan hesaferð.
Beint eftir middag fekk FSF Varpið orðið á FSF forsetan, Christian Andreasen, ið greiddi nærri frá endamálinum við hesum degi. Samrøðan sæst HER