Triðja árið á rað skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Í ár verður ráðstevnan fríggjadagin 1. og leygardagin 2. mars

Fyrsta vikuskiftið í mars, fríggjadagin og leygardagin, 1. og 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta er triðja árið, at hendan ráðstevna er á skránni. Málbólkurin eru allir barna- og ungomsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna- og ungdómsvenjingum.

 

Eins og í fjør, fær ráðstevnan aftur í ár útlendska vitjan. Hesaferð verður tað Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, ið kemur at luttaka við fyrilestrum og praktiskum venjingum.

 

Ráðstevnan telur 10 impulstímar til endurnýggjan av UEFA B og UEFA A prógvum.

 

Nærri kunning um ráðstevnuna sæst her: Ráðstevna Barna- og ungdómsvenjing 2019

 

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 18. februar.