Á starvsnevndarfundi mánadagin 8. mai vórðu undirnevndirnar í Fótbóltssambandi Føroya mannaðar
——————
Á aðalfundinum 18. februar í ár vórðu nýggjar lógir fyri Fótbóltssamband Føroya samtyktar. Ein av munandi broytingunum við nýggju lógunum er, at samansetingin í føstu nevndunum hjá FSF verður broytt. Frammanundan hava føstu nevndirnar í mestan mun verið mannaðar av starvsnevndarlimum, har tríggir nevndarlimir hava sitið í hvørjari nevnd.
Við broyttu lógunum koma tað í framtíðini at verða fimm nevndarlimir í hvørjari nevnd, har tveir limir eru umboðandi starsnevndina, meðan hini trý umboðini verða útnevnd millum persónar, ið feløgini skjóta upp. Fíggjarnevndin verður tó framvegis bert mannað av umboðum úr starvsnevndini.
Miðað varð eftir, at limir í føstu nevndum FSFs vóru útnevndir um mánaðarskifti apríl-mai, og á seinasta starvsnevndarfundi hjá FSF, sum varð hildin mánadagin 8. mai, vórðu undirnevndirnar fullmannaðar.
Fíggjarnevndin
Christian Andreasen, formaður
Róin Schrøter, varaformaður
Anja Rein
Grassroots- og ungdómsnevndin
Rúni Herup Olsen, formaður
Maria Jóhannusardóttir Joensen, varaforkvinna
Kristmund Johannesen
Kristoffur Vidtfeldt
Mary-Ann Zachariassen
Kappingarnevndin
Róin Schrøter, formaður
Anja Rein, varaforkvinna
Arnar Lognberg
Jákup Mørk
Sølva Joensen
Kvinnunevndin
Anja Rein, forkvinna
Rúni Herup Olsen, varaformaður
Elin Christiansen
Niclas Davidsen
Sólrun H. Sørensen
Landsliðsnevndin
Maria Jóhannusardóttir Joensen, forkvinna
Fríðin Ziskason, varaformaður
Ingi Solberg
Jón Sigurd Vang Poulsen
Turið Láadal Sejersdóttir
Útbúgvingar- og menningarnevndin
Heri á Rógvi, formaður
Rúni Herup Olsen, varaformaður
Allan Smedemark
Durita Sloan Dal-Christiansen
Jákup Olsen
Limirnir, sum eru valdir, eru eftir uppskoti frá feløgunum. Tó siga lógir FSF’s, at limir í dómaranevndini ikki skulu hava tilknýti til nakað ávíst felag. Tí er gjørt av, at limirnir í dómaranevndini skulu veljast beinleiðis av starvsnevndini eftir tilmæli frá dómaranevndini, og ikki sum við hinum nevndarlimunum, eftir innstilling frá feløgunum.