Føroyska U21-landsliðið hevur ein dyst eftir í hesari undankappingini, sum er á útivølli móti Danmark. Og tað er stórt trýst á dønum. Danmark skal vinna, fyri at tryggja sær beinleiðis pláss í endaspælinum

Klokkan 17:00, føroyska tíð, týsdagin 16. oktober traðkar føroyska U21-landsliðið á vøllin á Aalborg Stadion í Danmark. Samstundis er hetta seinastu ferð, at fleiri av okkara leikarum spæla ein U21-landsdyst fyri Føroyar.

 

– Vit siga farvæl við fleiri av okkara spælarum, ið hava myndað hópin seinastu 2-3 árini, men sum nú eru vorðnir ov gamlir til næstu kapping hjá U21-landsliðnum. Hetta hevur uttan iva verið ein hendingarík tíð hjá hesum spælarum, og nú er síðsti teinurin eftir, so menn eru spentir, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað er nokk eingin ivi um, at danir fara at leggja nógv fyri í strembanini eftir at vinna á Føroyum, og teir fara væntandi at leggja eitt stórt trýst á føroyska liðið. Men undan dystinum er danska liðið eisini undir stórum trýsti. Um Danmark ikki fær fult, samstundis sum Pólland vinnur sín dyst á heimavølli móti Georgia, verða tað pólendingarnir, ið tryggja sær beinleiðis pláss í EM-endaspælinum komandi ár.

 

Danmark er fremst í bólkinum við 20 stigum, eitt stig meir enn Pólland, ið hevur 19 stig. Georgia hevur 12 stig, Finnland 9, Føroyar hava 7 stig, meðan Litava er aftast við 5 stigum.

 

– Spyr 10, spyr 100, spyr 1.000, spyr 10.000 fólk, hvør fer at vinna, og tey allar flestu vilja nokk siga Danmark. Men vit ætla at geva meir enn alt á Ålborg Stadion. Vit eru greiðir yvir, at danir eru favorittar við stórum F. Vit vita eisini, at Danmark er eitt betri lið. Men sannlíkindini økjast, tá okkara avrika í topp, og tí fara vit eftir. Vit gleða okkum, og eru til reiðar, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen stendur á odda fyri U21-landsliðnum.

 

Ókeypis atgongd er til dystin, og hann kann eisini síggjast beinleiðis á Kanal 5 í Televarpinum. Fyrsta bríksl verður klokkan 17:00, føroyska tíð.