Talan er um eina spennandi og nýggja samanseting, nú føroyska U21-landsliðið fer undir enn eina EM-undankapping. Fyrsta mótstøðuliðið er Kasakstan. Spælt verður á Toftum, hósdagin klokkan 17:00. Ókeypis atgongd er til dystin
Føroyska U21-landsliðið spælir hósdagin fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Hópurin kom saman seinnapartin mánadagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni. Mikudagin beint eftir middag verður vant á Svangaskarði.
Undir venjingini týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, U21-landsliðsvenjara.
– Allir mans eru tøkir, og hetta sær øgiliga spennandi út. Vit halda at vit vita, hvat teir (Kasakstan) koma við, men vit skulu vera varnir. Vit mugu ikki leypa framav. Kasakstan er eitt typiskt eystureuropeiskt lið. Teir eru tekniskt væl fyri. Men vit ætla okkum stig, sigur venjarin millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17:00. Ókeypis atgongd er til dystin.