Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum í U21 EM-undankappingardystinum móti Póllandi

– Føroysku spælararnir eru klárir at møta Póllandi. Vit gleða okkum til stóru uppgávuna, og vit fara eftir at geva alt, og nakað væl afturat, bæði á og uttanfyri vøllin, í royndini at fáa eitt gott úrslit, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í dag klokkan 17 skal føroyska U21-landsliðið royna seg í EM-undankappingardysti á Zaglebia Lubin Stadion í Lubin í Póllandi.

 

Hópurin fór av landinum týsdagin, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri at geva póllendingunum ein skarpan gang.

 

Teir 11, ið venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, senda á vøllin frá byrjan, eru hesir:

 

Karstin Hansen, Ari Olsen, Jóannes Kalsø Danielsen, Bartal Wardum, Jákup B. Andreasen, Erlendur Magnussen, Jákup L. Thomsen, Meinhard Olsen, Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen og Betuel Hansen, ið er liðskipari.

 

Bonkur: Rói Mørk Hentze, Ólavur Niclasen, Petur Knudsen, Jóannes Bjartalíð, Dan í Soylu, Steinbjørn Olsen og Búi Egilsson.

 

Undan dystinum er Póllandi fremst í bólkinum við 14 stigum, eitt meir enn Danmark, sum er á 2. plássi. Føroyar eru nummar 5 við fimm stigum.