Føroyar taptu týsdagin 3-1 á Ha Moshava Stadion í Ísrael. Hugin Samuelsen skoraði føroyska málið, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði til 2-1

– Endiliga sóu vit tann hugburð og tað avrik, ið vit hava leitað eftir. Vit eru sjálvandi als ikki nøgdir við úrslitið, men hesareð líktust vit einum hópi, ið ætlar sær nakað í hesari undankappingini.

 

Soleiðis sigur Eli Hentze, venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum týsdagin tapti 3-1 á útivølli fyri Ísrael.

 

Heimaliðið á Ha Moshava Stadion kom á odda tá átta minuttir vóru spældir, og átta minuttir inn í seinna hálvleiki øktu ísraelar  til 2-0.

 

Hugin Samuelsen fekk spenning í dystin aftur, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði um munin. Men nærri kom føroyska liðið ikki, og tá fýra minuttir vóru eftir at spæla, slerdu ísraelar 3-1 sigurin fastan.

 

– Nú hyggja vit fram ímóti næstu uppgávu, sum er á heimavølli um eina góðan mánað, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan. Og vit gleða okkum til hesa uppgávu, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia verður á Tórsvølli týsdagin 19. november klokkan 17:00.