Klokkan 19:00 í kvøld spælir U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Montenegro. Hópurin fór av landinum farna týsdag, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Eli Hentze sendir á vøllin frá byrjan

– Síðsta hond er løgd á fyrireikingarnar, og nú er bara at bíða eftir dystinum. Vit eru klárir!

 

Soleiðis sigur Eli Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, sum í kvøld klokkan 19:00 skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Montenegro. Dysturin verður á City Stadion Niksic.

 

Ferðalagið fór til Montenegro farna týsdag, og sum vit frætta úr føroysku leguni, so hava fyrireikingarnar gingið væl. Allir spælararnir eru tøkir, og nú er eisini greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze sendir á vøllin frá byrjan.

 

Rói Zachariassen verður í mál, og í verjuni vera Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen og Daniel Johansen. Á miðvøllinum vera Petur Knudsen, Janus Svabo Samuelsen, Magus Holm Jacobsen, Jákup Biskopstø Andreasen og Lukas Giessing. Og í álopinum verður Stefan Radosavljevic.

 

Eykaspælarar eru Silas Eyðsteinsson, Victor Emil Boje Henriksen, Bjarki Nielsen, Mads B. Mikkelsen, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson og Hugin Samuelsen.

 

Undan dystinum hava bæði Montenegro og Føroyar tapt á heimavølli móti Kasakstan. Føroyar taptu 3-1, meðan Montenegro tapti 2-1.