Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava nú avgjørt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum byrja á vøllinum móti Kasakstan. Dysturin verður floytaður í gongd klokkan 17:00
Klokkan fimm seinnapartin í dag spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Spælt verður á Svangaskarði á Toftum, og mótstøðuliðið er Kasakstan.
U21-hópurin kom saman mánadagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni. Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan.
Silas Eyðsteinsson verður í mál, og í føroysku verjuni verða Ari Olsen, Bjarni Petersen, Viktor Henriksen og Ólavur Niclasen. Á verjukenda miðvøllinum verður Magnus Holm Jakobsen, meðan hinir á miðuni verða Adrian Justinussen, Janus Svabo Samuelsen, Jákup B. Andreasen og Pætur Petersen. Í álopinum frá byrjan verður Mads B. Mikkelsen.
Bonkur: Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Pætur Hentze, Hugin Samuelsen, Lukas G. Giessing, Arnbjørn Svennsson, Stefan Radosavljevic, Gilli Samuelsen og Steffan Løkin.
Ókeypis atgongd er til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kasakstan.