Talan var um eitt sera sterkt danskt U21-landslið, sum á Ålborg Stadion vann 3-0 á Føroyum. Men sum úrslitini í bólkinum lagaðu seg, kunnu danir takka Føroyum fyri plássið í EM-endaspælinum næsta summar

Tað var betra liðið, ið vann á Ålborg Stadion, tá Danmark og Føroyar fóru á vøllin í seinasta umfarinum í hesari EM-undankappingini fyri U21-landslið.

 

Danmark kom á odda fá sekund, áðrenn dómarin floytaði til hálvleik, og seks minuttir eftir steðgin økti heimaliðið um leiðsluna. Danir sótu á meginpartinunum av spælinum, men føroyska verjan stóð væl.

 

Okkara stríddust sera væl allastaðni á vøllinum, og sum fráleið, kom føroyska liðið meir við í dystin. Hetta førdi eisini til nakrar góðar støður, men sum so mangan, so eru vit tíverri ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Í staðin slerdu danir 3-0 sigurin fastan í tíðini, sum dómari hevði lagt afturat.

 

– Sjálvandi eru vit sera skuffaðir at tapa 3-0. Vit viðurkenna, at Danmark er og var á degnum betri. Men vit fegnast um enn eitt avrik, ið er nær við sera gott. At vit ikki fóru til hálvleiks við 0-0 úrslitinum, var nakað lort! Og so skora teir, tá ið tíðin er farin.

 

– Hetta var henda undankappingin. Vit fingu úrslit í fimm av tíggju dystum, og liðið hevur ment seg rættuliga nógv, So alt í alt eru vit ernir av okkara monnum, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Danmark vann við 23 stigum, eitt meir enn Pólland, sum fekk 22 stig. Georgia fekk 12 stig, Finnland 9, Litava fekk 8, meðan Føroyar endaðu á niðasta plássi við 7 stigum.

 

Til stuttleika kann nevnast, at hevði tað ikki verið fyri teir báðar javnleikirnar hjá Føroyum móti Póllandi, høvdu tað verið póllendingar, ið fóru beinleiðis til EM-endaspælið næsta summar, sum verður í Italia og San Marino.