Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Írlandi. Mótstøðuliðið var Holland, sum vann 5-0

– Vit spældu væl meginpartin av fyrra hálvleiki, og komu eisini til onkrar góðar støður. Men beint áðrenn steðgin eydnaðist Hollandi at fáa tvey mál. Í seinna hálvleiki komu vit undir stórt trýst, og vit mugu bara ásanna, at vit taptu móti einum betri liði, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.

 

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti 5-0 í fyrsta dystinum í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Írlandi. Tað stóð á jøvnum til 43 minuttir vóru spældir, men so gekk ikki longur hjá okkara dreingjum.

 

– Holland hevur eitt sera gott lið, og til tíðir vórðu vit niðurspældir av einum liði, sum var klassar omanfyri okkum. Hagtølini yvir skot á mál sigur eisini eitt sindur um gongdina í dystinum. Holland hevði 14 skot innanfyri málrammuna hjá okkum, meðan vit høvdu eitt.

 

– Okkara spælarar stríddust væl, men mótstøðan var ov sterk. Nú mugu vit bara samla kreftir aftur, og vónandi kunnu vit spæla ein javnari dyst móti Írlandi, sigur Jógvan Martin Olsen við FSF.fo

 

Í hinum dystinum í bólkinum vunnu írsku vertirnir 3-1 á Bosnia-Hersigovina. Leygardagin klokkan 15:00 spæla Føroyar og Írland.