U19-landsliðið við dreingjum hevur í vikuni spælt tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi. Í báðum dystunum gjørdist úrslitið 4-0 til norðurírar
Sum fyrireiking til komandi EM-undankapping, sum verður í Danmark í november, hevur føroyska U19-landsliðið við dreingjum seinastu dagarnar verið í Norðurírlandi, har tveir venjingardystir hava verið á skránni.
Týsdagin hittust liðini á Stangmore Park, og tá bleiv úrslitið 4-0 til Norðurírland, eftir 3-0 leiðslu í steðginum. Hósdagin fóru liðini aftur á vøllin, og úrslitið gjørdist júst tað sama. 3-0 til norðurírar í hálvleikinum, og 4-0 tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð.
EM-undankappingin verður í døgum 12. til 20. november. Føroyar eru í bólki saman við Danmark, Fraklandi og Finnlandi.