Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini. Tað byrjaði annars væl, men tá avtornaði vunnu fraklendingar 5-0, eftir 2-0 leiðslu í steðginum

Stór avbjóðing og sterk mótstøða bíðaði føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, ið seinnapartin mikudagin spældi fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Danmark.

 

Og tað bleiv júst sum væntað framman undan. Úrslitið gjørdist 5-0 til Frakland, sum var á odda við tveimum í hálvleikinum.

 

Føroyska liðið var annars væl við fyrstu løtuna, og tá smáir tíggju minuttir vóru spældir var um reppið, at Andreas Thomsen legði Føroyar á odda. B36’arin royndi seg við góðum skoti einar 20-25 metrar frá málinum, men bólturin brast á tvørtræið.

 

Hóast Frakland var spælstýrandi meginpartin av dystinum, so komu okkara fram til onkrar góðar støður, men veruliga vandamikið gjørdist tað tó ongantíð.

 

Kortini kunnu føroysku spælararnir vera sera væl nøgdir við innsatsin og avrikið, og uttan iva er nógv, ið teir kunnu taka við til næstu dystirnar í kappingini.

 

Hini bæði londini í bólkinum eru Danmark og Finnland. Og í dystinum teirra millum gjørdist úrslitið heldur óvæntað 2-1 til finnar.

 

Leygardagin verður spælt aftur. Tá møtast Finnland og Frakland, og Danmark og Føroyar. Dysturin millum Danmark og Føroyar verður á Køge Stadion klokkan 18:00, lokala tíð.