Føroyska U19-landsliðið við dreingjum endaði EM-undankappingina væl. Í síðsta dystinum spældu Føroyar javnleik 1-1 móti Finnlandi. Danmark og Fraklandi fara víðari í kappingini
– Vit møttu krútsterkari mótstøðu, og vóru undir trýsti í øllum trimum dystunum. Men vit vóru væl fyrireikaðir upp á mótstøðuliðini, og stríðsviljin og tað, at arbeiða hart, var uttan iva okkara vørumerki hesa kappingina. Stoltleikin av at umboða Føroyar lýsti eisini av okkara spælarum.
Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Danmark. Hini bæði londini í kappingini vóru Frakland og Finnland.
Gamaní endaðu Føroyar nummar 4, men sum heild kunnu okkara venjarar og spælarar vera væl nøgdur við avrikið og innsatsin í allari kappingini. Í fyrsta dystinum høvdu fraklendingar munin og vunnu greitt, meðan tað í næsta dystinum endaði við teprum tapi fyri Danmark.
Í seinasta umfarinum, sum varð spælt týsdagin, stóð nógv upp á spæl. Vunnu finnar, var sannlíkt at teir spældu seg víðari í kappingini. Men soleiðis bleiv ikki. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.
Finnland kom á odda í 34. minutti við máli frá Terry Ablade. Men okkara dreingir stríddust væl, og tá fáir minuttir restaðu í fingu teir løn fyri striðið. Noah Nurmi hjá Finnlandi var óheppin, tá hann kom at seta bóltin í egi mál.
– Fyrireikingarnar til kappingina vóru góðar, og vit høvdu nógvar venjingar saman, áðrenn hópurin fór til Danmarkar. Vit vóru betri við í hesum seinasta dystinum í mun til ímóti Fraklandi og Danmark. Tað er tíverri serliga í deyðbóltsstøðum, at vit lata ov nógv mál inn, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Við at vinna 1-0 á Fraklandi, gjørdist Danmark nummar 1 í kappingini, meðan fraklendingar endaðu á 2. plássi. Finnland fekk 4 stig, og Føroyar fingu 1.